Uttanlands

190 krígsfangar leyslatnir fríggjadagin

95 russiskir og 95 ukrainskir krígsfangar vórðu fríggjadagin leyslatnir í fangabýti millum Ukraina og Russland

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

2024-10-19 13:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin vórðu 190 krígsfangar leyslatnir í fangabýti millum Russland og Ukraina.

95 fangar úr hvørjum landi vórðu leyslatnir í eini avtalu, sum varð fingin í lag við hjálp frá Sameindu Arabisku Emiratunum, upplýsir russiska verjumálaráðið.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj hevur eisini lagt eina videoupptøku á Telegram av fleiri monnum, sum fara úr einum bussi, har teir verða fevndir av fólki.

Russland og Ukraina hava fleiri ferðir býtt um fangar, síðan kríggið millum londini byrjaði í februar 2022. Ofta eru avtalurnar gjørdar við hjálp frá semingsmonnum úr Sameindu Arabisku Emiratunum, Saudiarabia ella Turkalandi, skrivar Ritzau.

Sambært ukrainska umboðsmanninum fyri mannarættindi, Dmytro Lubinets, hava Russland og Ukraina nú býtt um fangar 58 ferðir, síðan kríggið byrjaði. Í hesum tíðarskeiðnum eru tilsamans 3.767 ukrainskir krígsfangar leyslatnir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder