Innanlands

19.000 fólk eru nú koppsett

35,7 prosent av fólkinum í Føroyum hava nú fingið fyrru koppsetingina, meðan 13,6 prosent eru liðugt koppsett

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-05-14 10:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú eru 26.253 koronukoppsetingar gjørdar í Føroyum. 19.008 hava fingið fyrru koppsetingina, meðan 7.245 hava fingið seinnu koppsetingina, og eru liðugt koppsett.

Hetta svarar til, at 35,7 prosent av fólkinum í Føroyum nú hava fingið fyrru koppsetingina, og at 13,6 prosent eru liðugt koppsett.

Í gjár vórðu 379 fólk koppsett. 205 fólk fingu fyrru koppsetingina, og 174 fólk fingu seinnu koppsetingina, skrivar corona.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder