
Leygardagin 22. mars var finalan í Støddfrøðikappingini Pangea 2025 hildin í Høllini á Skúlanum á Fløtum.
Kappingin byrjaði við undanumfari í januar á skúlunum runt landið, og 1949 næmingar frá 3. til 9. flokk vóru tilmeldað í ár. 70 teirra, t.e. 10 úr hvørjum floksstigi komu víðari til 2. umfar, sum varð hildið í Eysturskúlanum í februar mánaði.
Av hesum komu 5 luttakarar úr hvørjum floksstigi víðari til finaluna, sum varð hildin leygardagin.
Spenningurin var stórur til finaluna, og luttakararnir hava ídnir roknað gamlar uppgávur sum venjing til finaluna. Tey flestu høvdu familju ella vinir við, og eisini tey hjástøddu kundu royna uppgávurnar, ímeðan finalan var í gongd.
Í fleiri floksstigum var hørð kapping, og stigamunurin var lítil.
Landstýrismaðurin í Barna- og Útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen helt røðu og handaði steypini til vinnararnar.
Vinnararnir vóru:
3. flokkur: Fríðrikur Abrahamsen, Skúlin á Fløtum
4. flokkur: Lisa Jing Xin, Sankta Frans Skúli
5. flokkur: Bjarni Hávardsson, Stranda Skúli
6. flokkur: Benn Karlsson, Tofta Skúli
7. flokkur: Fríða Vang Hammer, Skúlin á Fløtum
8. flokkur: Heiðrún Bogadóttir Enni, Eysturskúlin
9. flokkur: Snorre Sebastian Sand, Eysturskúlin
Ætlanin er, at Pangea Støddfrøðikappingin verður aftur næsta ár.
Pangeatoymið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald