2020-12-14 10:26

Á tingfundi, sum verður seinnapartin í dag, eru fimm 2. viðgerðir og ein framløga á skránni.
Fyrst á dagsskránni er 2. viðgerð av løgtingsfíggjarlógini fyri 2021.
Annars verður m.a. eisini 2. viðgerð av uppskotinum um broyting í lógini um tíðaravmarkað avgjald á ferðandi við komu til Føroya, og uppskot um fíggjarligan stuðul til nýggjan Fjøruveg í Runavík.
Tingfundurin byrjar klokkan 14.
Øll skráin
- 2. viðgerð LM-029/2020 - Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2021
- 2. viðgerð LM-068/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tíðaravmarkað avgjald á ferðandi við komu til Føroyar (Leingjan av tíðarskeiðnum, har ferðandi skulu rinda avgjald við komu til Føroyar)
- 2. viðgerð LM-061/2020 - Uppskot til løgtingslóg um fíggjarligan stuðul til nýggjan Fjøruveg í Runavík
- 2. viðgerð LM-030/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild, svartkjafti og botnfiski í 2018, 2019 og 2020 og botnfiski í Barentshavinum í 2020
- 2. viðgerð LM-052/2020 - Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar anordning om ændring af anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed (Ændringer af kriterier for SIFI-udpegning på Færøerne)
- Framløga
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald