Í dag eru júst 20 ár síðan yvirgangsálopini móti USA 11. september 2001. Fýra ferðamannaflogfør vórðu rænd og flugu inn í navnframar amerikanskar bygningar.
Tvey flogfør raktu World Trade Center í New York City, eitt rakti amerikanska verjumálaráðið, Pentagon í Virginia, og fjórða flogfarið datt niður á eina mørk í Pennsylvania. Flogfarið var ávegis til Washington D.C., men sagt verður, at ferðafólkini umborð noyddu flogfarið niður í Pennsylvania, men at upprunaliga málið var Capitol Hill, har kongressin heldur til, ella Hvítu Húsini, har forsetin býr.
Nærum 3.000 fólk lótu lív í álopunum, sum islamiski yvirgangsbólkurin al-Qaeda tók ábyrgdina fyri.
Soleiðis sá út í New York City 12. september 2001, morgunin eftir álopið á World Trade Center (Mynd: EPA)
Dagurin í dag verður markeraður við fleiri minningarhaldum í USA, og í hesum sambandi heitir amerikanski forsetin, Joe Biden á amerikanarar um at standa saman.
– Í stríðnum um amerikonsku sálina er samanhaldið okkara styrki. Samanhald merkir ikki, at vit skulu trúgva uppá tað sama. Vit skulu hava grundleggjandi virðing og álit á hvørjumøðrum og hesari tjóð, segði hann í einari videoheilsan, sum varð løgd á Twitter í gjárkvøldið sambært Ritzau.
– Í døgunum eftir 11. september 2001 sóu vit dirvi yvir alt. Vit sóu eisini nakað alt ov sjáldsamt: eina veruliga kenslu av tjóðskaparligum samanhaldi.
Fleiri minningarhald á skránni
Hvítu Húsini upplýsa, at Joe Biden og kona hansara, Jill Biden fara at luttaka í minningarhaldum á teimum trimum støðunum, har flogførini raktu.
Á skránni seinnapartin okkara tíð (USA eru fimm tímar aftanfyri) verða fleiri minningarhald:
Á Ground Zero í New York City fara avvarðandi at teimum, ið lótu lív, at lesa nøvn teirra upp. Hetta verður gjørt á hvørjum ári 11. september.
Kl. 8.30: Minngarhald byrjar.
08.46: Tøgn verður ta løtuna fyrsta flogfarið rakti norðurtornið á World Trade Center. Avvarðandi hjá ofrunum fara at lesa nøvnini upp.
09.03: Tøgn verður aftur eina løtu ta tíðspunktið, seinna flogfarið rakti suðurtornið á World Trade Center. Hildið verður á at lesa nøvnini upp.
09.37: Tøgn verður eina løtu fyri at minnast ta tíðspunktið, har triðja flogfarið rakti Pentagon.
09.59: Tøgn verður fyri at minnast ta tíðspunktið, har suðurtornið á World Trade Center rapaði.
10.03: Tøgn verður fyri at minnast tíðspunktið, har fjórða flogfarið datt niður í Shanksville í statinum Pennsylvania.
10.28: Tøgn verður fyri at markera tíðspunktið, tá norðurtornið á World Trade Center rapaði. Hildið verður á at lesa nøvnini upp.
12.30: Minningarhaldið liðugt.
Í Pennsylvania byrjar eitt minningarhald klokkan 9.45 fyri at markera fjórða flogfarið, sum datt niður í Shanksville. Her fer fyrrverandi forsetin, George W. Bush, ið var forseti á hesum degi fyri 20 árum síðani, at halda røðu. Klokkan 10.03 verður tøgn eina løtu.
Amerikanski forsetin, Joe Biden byrjar dagin í New York City og fer hann seinni til Pennsylvania, og síðani fer hann til minningarhald við Pentagon.
Í kvøld, tá sólin setur, fer ljóslistaverkið "Tribute in Light" at lýsa yvir New York City. Verkið tekur skap eftir World Trade Center-tornunum við tveimum risastórum ljóssúlum, sum røkka seks kilometrar upp í himmalin.
Soleiðis sá út úr New Jersey 11. september 2017, og soleiðis fer at síggja út í kvøld (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald