Eystari Landsrættur viðgjørdi í síðstu viku eitt mál um brot á djóravælferðarlógina. Hetta var eftir, at tað hevði verið frammi í Føroya Rætti. Har varð tann, sum nú dømdur sekur í skammfaring, dømdur at rinda 10.000 krónur. Ákæruvaldið kærdi dómin og fekk viðhald: Talan var um tað, sum í djóraverndarlóggáva verður nevnt skammfaring. Hetta er grov vanrøkt, og dómurin er 20 daga treytað fongsulsrevsing.
Føroya Politi skrivar í tíðindaskrivi, at ein maður varð í málinum ákærdur fyri at hava - tilætlað ella við grovum ósketni - vanrøkt seyð undir viðurskiftum, sum vóru at meta sum skammfaring. Hetta hevur gingið fyri seg í Føroyum í einum eitt longri tíðarskeið og fram til 31. januar 2018.
- Maðurin var ákærdur fyri ikki at hava givið seyðunum nøktandi fóður og vatn, av tí at tað í fjósinum vóru funnir 50-60 seyðir, sum allir vóru rak ella kaldarak. Fýra seyðir vóru deyðir, og tveir av hesum høvdu ligið deyðir í fleiri samdøgur.
Niðurstøðan hjá Føroya Rætti var, at maðurin ikki hevði ansað seyðin á nøktandi hátt, men rætturin metti ikki at talen var um skammfaring. Tí varð bert talan um eina bótarsekt, sum var áljóðandi 10.000 krónur.
Ákæruvaldið kærdi tó dómin. Mett varð at maðurin skuldi dømast fyri skammfaring, og harvið við einari fongsulsrevsing.
Í dóminum frá Eystara Landsrætti er niðurstøðan, at í øllum førum fyri teir fýra seyðirnir, sum vóru funnir deyðir, var talan um skammfaring. Landsrætturin leggur dent á, at seyðirnir vóru kannaðir, og at kanningin vísti, at vemburnar vóru tómar. Landsrætturin staðfestir, at hetta er at meta sum skammfaring.
Av tí at landsrætturin broytti dómin soleiðis, at maðurin bleiv dømdur fyri skammfaring, bleiv revsingin broytt til 20 daga treytaða fongsulsrevsing, staðfestir Føroya Politi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald