Innanlands

20 journalistar handtiknir í Moskva

Hetta var í sambandi við mótmæli hjá kvinnum, ið kravdu at fáa menn teirra heim úr Ukraina

(Mynd: AFP)

(Mynd: AFP)

2024-02-04 12:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russiska løgreglan handtók í gjár uml. 20 journalistar í miðbýnum í Moskva, har teir dekkaðu eitt mótmæli, sum var fyriskipað av konum hjá russiskum hermonnum, ið vórðu sendir til Ukraina í kríggj.

Bæði russiskir og útlendskir journalistar vórðu handtiknir. Teir vóru allir menn.

Kvinnur, sum eru giftar við russiskum hermonnum í Ukraina, hava mótmælt uttanfyri Kreml í fleiri vikur. Tær krevja, at teirra menn, brøður og synir koma heimaftur.

Sambært journalisti hjá AFP, sum var millum teirra, ið var afturhildin av løgregluni í gjár, luttóku uml. 40 fólk í mótmælinum, skriva altjóða miðlar.

Journalistarnir vórðu koyrdir á løgreglustøðina men vórðu leyslatnir aftur nakrar tímar seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder