- Beint eftir, at eg hevði lagt fyrsta maratonteinin aftur um meg, fekk eg ein niðurtúr, og eg var púra ferdigur. Eg var eisini nokk so langt niðri, tá eg var komin til Havnar, men nú gongur tað fínt, eg fái runnið allatíðina.
Tað var ein maður við góðum móti, sum útvarpið hevði í telefonini fyri lítlari løtu síðani. Elmar Ósá er nú vissur í, at hann fer at megna at gjøgnumføra tvífalda jarnmannin.
- Ja, nú klári eg tað, um eg so skal grulva teir seinastu metrarnar í mál, segði hann.
Elmar er farin inn á Tórsvøll at renna. Hann hevur kent seg rættiliga eyman undir fótunum av at renna á asfalti, og tí hevur tað kenst sum ein lætti hjá honum at koma inn á bleyta graslíkið at renna.
Nakað fyri klokkan fimm í dag hevði hann umleið 20 kilometrar eftir at renna fyri at náa málinum, 452 kilometrar.
Til ber at stuðla við at seta eina upphædd inn á kontuna 6460-1586787 í BankNordik.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald