Veturin nærkast og tíðin við hálku á vegunum er komin. Tí ger Landsverk nú bilførarar varugar við at fyrireika bilin til veturin.
Frá 1. desember og fram til 30. apríl er tað t.d. bannað at koyra við summardekkum um hálka er, um ikki ketur eru á dekkinum.
Bilførarin ger sjálvur av hvat slag av vetrardekkum, ið verða sett undir bilin, men eitt krav er, at mynsturdýbdin er minst 3 millimetrar.
Les: Ger bilin kláran til veturin
Landsverk hevur eisini hugt nærri eftir ferðsluóhappunum, sum løgreglan hevur skrásett í tíðarskeiðinum 2014 til 2017. Av teimum 1.024 óhappunum, hendu 205 orsaka av hálku. Hetta svarar til 20 prosent ella fimta hvørt ferðsluóhapp.
Av teimum 1.024 ferðsluóhappunum vóru 80 óhapp við persónsskaða. Men einans fýra av hesum vóru orsaka av hálku.
- Her er nakað, sum bendir á, at bilførararnir hava koyrt varisligari í hálkuni við tí úrsliti, at tá hesi óhapp eru hend, kom eingin til skaða, ljóðar niðurstøðan hjá Landsverki.
Ein uppgerð yvir nær fyrstu og síðstu hálkudagarnir eru á vetrinum benda á, at hálkan kemur kanska nakað fyrr á vetrinum nú. Beint eftir aldarskifti var komið inn í november innan vetursins fyrsti hálkudagur varð skrásettur, men nú er tað fyrr – onkuntíð so tíðliga sum í september mánaði.
Seinasti hálkudagur er ofta langt inn í mai mánað, vísir uppgerðin hjá Landsverki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald