Innanlands

20 tilburðir staðfestir í gjár

18 av teimum eru smittað í Føroyum, og í 16 førum er smittukeldan kend

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-07-10 17:19 Author image
Sverri Egholm
placeholder

20 koronutilburðir vórðu staðfestir í gjár, upplýsa myndugleikarnir.

Ein persónur var kannaður positivur við komu til Føroya, og ein við 4. dags kanning eftir komu. Øll hini 18 eru eru smittað í Føroyum. Í 16 førum er smittukeldan kend. Í tveimum førum er smittukeldan ókend.

2482 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið.

Í løtuni eru 73 fólk sum hava fingið staðfest koronu í Føroyum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder