Uttanlands

200 fólk í smittuvanda eftir at hava luttikið á fundi við Trump

Tey, sum vóru til staðar á golffrítíðarstaðnum hjá Trump í New Jersey hósdagin, hava fingið boð um at fara í sóttarhald

Í farnu viku varð boðað frá, at amerikanski forsetin, Donald Trump hevði fingið staðfest korona, síðani eru fleiri í skara hansara smittað, og nú eru fleiri hundrað fólk í vanda fyri at hava fingið smittuna (Mynd: EPA)

Í farnu viku varð boðað frá, at amerikanski forsetin, Donald Trump hevði fingið staðfest korona, síðani eru fleiri í skara hansara smittað, og nú eru fleiri hundrað fólk í vanda fyri at hava fingið smittuna (Mynd: EPA)

2020-10-05 10:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Heilsumyndugleikarnir í amerikanska statinum New Jersey hava sett seg í samband við fleiri enn 200 fólk, sum luttóku á einum fundi við amerikanska forsetanum, Donald Trump, áðrenn hann varð staðfestur smittaður við korona hósdagin.

Heilsumyndugleikarnir í New Jersey hava fingið ein lista úr Hvítu Húsunum við 206 nøvnum á fólkum, sum vóru til staðar á fundinum á golffrítíðarstaðnum hjá Trump í Bedminster.

Øll hesi fólk hava nú fingið boð um at tey kunnu vera smittað, og skulu tey halda eyga við møguligum sjúkueyðkennum. Øll starvsfólk á golffrítíðarstaðnum hava eisini fingið boðini.

Myndugleikarnir í New Jersey heita á øll, sum hava verið í sambandi við amerikanska forsetan ella starvsfólk hansara um at fara í sóttarhald í 14 dagar. Tó verða hesi eisini biðin um at bíða við at lata seg kanna til á fimta ella sjeynda degi.

Grundgevingin er, at eitt negativt kanningarúrslit ikki kann útiloka smittu, um kanningin er gjørd ov tíðliga.

Sambært talsfólki hjá Hvítu Húsunum, hevði Donald Trump tó ikki tætt samband við nakran á fundinum, og helt hann almennu tilmælini um frástøðu.

Trump skal eitast at hava fingið staðfest korona fáar tímar eftir, at hann kom aftur úr New Jersey. Hope Hicks, ein ráðgevi hjá Trump hevði fingið staðfest smittuna áðrenn fundin, men Trump valdi ikki at avbyrgja seg eftir hetta, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder