2022-03-13 12:50

USA hevur sett 200 milliónir dollarar (1,4 milliardir krónur) afturat av til vápn og vápnavenjing til Ukraina.
Síðan januar 2021 hevur USA latið 1,2 milliardir dollarar til Ukraina, og síðan Russland hertók Krim-hálvoynna í 2014, hevur USA latið 3,2 milliardir dollarar í hernaðarhjálp til Ukraina, upplýsir amerikanska umsitingin sambært Ritzau.
Tær eyka 200 milliónirnar kunnu brúkast til vápn ella aðrar veitingar frá goymslunum hjá amerikonsku verjuni, ella til at venja ukrainar, so teir verða betri førir fyri at verja teirra land, verður sagt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald