Uttanlands

200 milliónir fólk hava verið smittað við koronu

Tað er serliga Delta-frábrigdið, sum er orsøkin til stóru økingina í smittutalinum seinasta hálva árið, men ein onnur orsøk kann vera, at fleiri lond nú hava meira umfatandi kanningarskipanir

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-08-05 18:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Talið á koronasmittutilburðum, sum eru skrásettir kring heimin, síðan koronafarsóttin byrjaði at gera um seg, er nú komið uppá 200 mió., vísir uppgerð frá amerikanska Johns Hopkins University.

Tað er serliga Delta-frábrigdið, sum er orsøkin til stóru økingina í smittutalinum seinasta hálva árið. Talið var sostatt tvífalt so leingi um at koma frá 0 til 100 mió., sum tað var at um at koma frá 100 uppá 200 mió., skrivar New York Times.

Ein onnur orsøk kann eisini vera, at fleiri lond nú hava meira umfatandi kanningarskipanir.

USA skrásett hægsta talið

USA, sum er tað landið, sum hevur skrásett hægsta talið á smittutilburðum, hevur skrásett fleiri enn 35 mió. tilburðir. Tað svarar til, at meira enn 10. hvør amerikanari hevur havt smittuna, skrivar Ritzau.

USA er tó bert nummar 17 á listanum yvir lond, sum hava skrásett flest tilburðir í mun til fólkatalið. Omanfyri USA liggja m.o. Holland, Kekkia, Montenegro, og fleiri oyggjalond.

Koronavirusið byrjaði at gera um seg í Kinesiska milliónbýnum Wuhan í endanum av 2019. Síðani hevur smittan spreitt seg til restina av heiminum, og nú hava 2,5 prosent av øllum fólkinum í heiminum havt smittuna.

Tøl frá Johns Hopkins University vísa eisini, at fleiri enn 4,2 mió. fólk eru deyð við koronu. Tað landið, sum hevur skrásett flest andlát í sambandi við koronu, er eisini USA, sum hevur skrásett omanfyri 600.000 andlát.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder