Seinastu vikuna eru 200 milliónir dollarar savnaðir inn til valstríðið hjá varaforsetanum Kamalu Harris. Tær fyrstu 100 milliónirnar vóru komnar inn longu 36 tímar eftir, at Joe Biden hevði boðað frá, at hann tók seg úr forsetavalstríðnum.
Í sama tíðarskeiði hava 170.000 fólk teknað seg sum sjálvboðin í valstríðnum.
66 prosent av innkomna peninginum seinastu vikuna er frá nýggjum stuðlum, skrivar Reuters.
Tað var sunnudagin í síðstu viku, at amerikanski forsetin Joe Biden tók seg úr valstríðnum, og boðaði frá, at hann stuðlaði Kamalu Harris varaforseta sum nýtt valevni hjá Demokratunum. Kamala Harris verður helst formliga kunngjørd sum valevni í august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald