Uttanlands

200 mió. børn kring heimin fáa ikki røttu føðina

Sambært frágreiðing hjá Unicef fáa tey antin ov lítið, ov nógv, ella ikki tað rætta at eta

Mynd: Unicef

Mynd: Unicef

2019-10-15 12:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Triðja hvørt barn undir fimm ár fær antin ov lítið ella ov nógv at eta. Harumframt eru egg, mjólkavørur, fiskur ella kjøt ikki ein fastur partur av kostinum hjá seks út av tíggju børnum kring heimin.

Hetta er niðurstøðan í nýggjari kanning hjá barnafelagsskapinum hjá ST, Unicef. Ein frágreiðing um hetta varð almannakunngjørd í nátt.

Hetta er fyrstu ferð, síðan 1999, at Unicef almannakunngerð eina frágreiðing um kostin hjá børnum kring heimin, og sigur felagsskapurin, sambært Politiken, at úrslitið av nýggju kanningini er skelkandi.

- Alt ov nógv børn fáa antin skeivan mat, ov lítið av mati ella ov nógv av mati, sigur felagsskapurin.

Mett verður, at talan er um eini 200 mió. børn.

Um børn ikki fáa góðan kost, kann tað hava við sær, at tey ikki vaksa, sum tey eiga, ella at tey gerast ov kløn í mun til hædddina. Hetta er støðan hjá 50 mió. børnum kring heimin.

Frágreiðingin hjá Unicef sigur eisini, at 340 mió. børn mangla týðandi vitaminir og føðsluevni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder