Innanlands

2000 fermetrar til raðhús og íbúðir við Høganesvegin

Tað er vaksandi eftirspurningur hjá fólki at seta búgv í Nes kommunu, og KBH fer í næstum at byrja uppá eina verkætlanin, sum eftir ætlan verður liðug á vári 2023

Nes kommuna er í løtuni í ferð við at broyta byggisamtyktina og ogna sær meira lendi við Høganesvegin og við Regnavegin (Mynd: nes.fo)

Nes kommuna er í løtuni í ferð við at broyta byggisamtyktina og ogna sær meira lendi við Høganesvegin og við Regnavegin (Mynd: nes.fo)

2021-07-01 19:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftirspurningurin hjá fólki um at seta búgv í Nes kommunu er vaksandi. Til tess at lofta hesum, hevur Nes kommuna boðið út eitt stykki við Høganesvegin, sum er 2000 fermetrar til støddar.

- Fyri at geva økinum nakað av fjølbroytni, er ætlanin hjá kommununi at raðhús og íbúðir verða hinumegin verandi útstykking við sethúsum.Útboðið hevur givið møguligum arbeiðstakarum møguleika at vísa á, hvussu bústaðarøkið kann verða ment á besta hátt.

[object Object]

Tríggir fyritøkur lótu uppskot inn. Á bygdaráðsfundi 28. juni fall valið á byggifyritøkuna KBH út frá eini heildarmeting. Samskiftið millum bygdaráðið og KBH fer at byrja í næstum, har byggiverkætlanin verður nágreinað og gjørd ítøkilig. Eftir ætlan verður verkætlanin liðug á vári 2023, skrivar Nes kommuna á heimasíðu sínari.

Meira verður bjóðað aftur 
Ætlanin er at skjótt bjóða meira øki út norðureftir á Høganesvegnum og við vatnbrunnarnar á Regnavegnum. Sostatt verður eisini møguleiki hjá hinum fyritøkunum, sum sendu inn uppskot og aðrar við, at vísa á hugskot/uppskot til víðari menning av hesum økjum í framtíðini, sambært nes.fo.

Nes kommuna er í løtuni í ferð við at broyta byggisamtyktina og ogna sær meira lendi við Høganesvegin og við Regnavegin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder