Innanlands

2000 kanningar nøkta ikki tørvin: Fleiri kanningar næstu dagarnar

Ongar kanningartíðir eru eftir í dag, men latið verður upp fyri fleiri hesar næstu dagarnar, sigur Sjúkrahúsverkið, nú eftirspurningurin er at lata seg kanna er so stórur

(Mynd: Sjúkrahúsverkið)

(Mynd: Sjúkrahúsverkið)

2021-05-24 18:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sjúkrahúsverkið ger slakar 2.000 koronukanningar í dag, men enn er eftirspurningurin stórur. Ongar kanningartíðir eru eftir í dag, men latið verður upp fyri fleiri hesar næstu dagarnar.

Beinanvegin í morgun, tá ið tað frættist, at koronusmittan av álvara hevði tikið seg uppaftur, lótu tey trý stóru kanningarstøðini upp fyri fleiri kanningum.

Arbeitt verður allatíð við at víðkað um upplatingartíðirnar, og bæði í Tórshavn og í Klaksvík verður kannað fyri koronu aftur í morgin. Í Trongisvági lótu tey upp fyri nýggjum bókingum seinnapartin, og har verður kannað so leingi fólk eru í bíðirøð.

Fólk kunnu bíleggja tíð til koronukanning á corona.fo.

Eina løtu fyrrapartin var trýstið á bíleggingarskipanina so stórt, at hon gjørdist óvirkin, men skipanin var virkin aftur skjótt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder