Nakað eftir klokkan hálvgum eitt varð boðað frá, at Liz Truss verður nýggjur forsætisráðharri í Stórabretlandi.
Atkvøðugreiðslan hjá konservativa flokkinum um, hvør skuldi yvirtaka floksleiðsluna og harvið eisini leiðsluna av landinum eftir Boris Johnson endaði fríggjadagin, og úrslitið varð í dag kunngjørt.
172.437 limir í konservativa flokkinum høvdu valrætt, og 82,6 prosent av teimum atkvøddu.
Liz Truss vann við 81.326 atkvøðum, meðan Rishi Sunak bert fekk 60.299 atkvøður. 654 atkvøður vóru ógildaðar.
Í takkarrøðu sínari segði Liz Truss, at tað var ein heiður at verða vald til floksleiðara, og takkaði hon eisini starvsfólkunum fyri at "skipa fyri longstu starvssetanarsamrøðuni í søguni".
Hon nevndi eisini mótstøðumannin, Rishi Sunak, og takkaði hon fráfarandi bretska forsætisráharranum, Boris Johnson.
– Boris, tú fekk avgreitt Brexit. Tú knústi Jeremy Corbyn, tú fekk sett ferð á koppsetingina, og tú stóð fastur yvirfyri Vladimir Putin. Tú varð hámettur úr Kyiv til Carlisle.
Komandi forsætisráðharrin segði, at hon hevði ført valstríð sum ein konservativur politikari, og tað var eisini soleiðis, hon ætlaði at stýra landinum.
– Vit noyðast at vísa, at vit kunnu levara úrslit komandi tvey árini, segði hon og nevndi m.a, at hon hevði ætlanir um skattalættar og at fáa gongd aftur á búskapin. Eisini nevndi hon orkukreppuna, sum hon ætlar sær at gera nakað við.
15. forsætisráðharrin undir drotning Elizabeth
47 ára gamla Liz Truss, sum formliga yvirtekur forsætisráðharraembætið í morgin, verður 15. forsætisráðharrin undir núverandi bretsku drotningini, Elizabeth II.
96 ára gamla drotningin hevur sitið á trónuni síðan 1953. Tá hon gjørdist drotning var tað Winston Churchill, sum sat við valdið.
Liz Truss verður tó bert triði kvinnuligi forsætisráðharrin í Stórabretlandi. Fyrst var Margaret Thatcher, sum sat í ráðharrasessinum frá 1979 til 1990, og síðani var Theresa May, sum sat við valdið frá 2016 til 2019.
Liz Truss hevur verið limur í bretska tjóðartinginum síðan 2010, og hevur hon havt fleiri ráðharrasessir. Síðan 2021 hevur hon verið uttanríkismálaráðharri, umframt at hon hevur verið ráðharri fyri kvinnur og javnstøðu síðan 2019.
Les eisini: Liz Truss nýggjur bretskur forsætisráðharri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald