Uttanlands

20.000 skotar í skrúðgongu fyri fullveldi í Glasgow

Skotland hevur fyri fyrstu ferð í nógv ár fullveldi í eygsjón sigur leiðarin í skotska loysingarflokkinum SNP, Nicola Sturgeon

Mynd: Getty Images

Mynd: Getty Images

2019-11-02 21:05 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Umleið 20.000 skotar luttóku í dag í eini skrúðgongu fyri fullveldi í Glasgow.  

Leiðarin fyri skotska loysingarflokkin SNP, Nicola Sturgeon, talaði í samband við skrúðgonguna í dag, og hon sigur “eitt sjálvstøðugt Skotland er nærri enn nakrantíð hevur verið áður”.

Sturgeon segði longu fríggjadagin, at hon fer at heita á bretska tjóðartingi um, at fáa ein nýggja fólkaatkvøðu um skotsk fullveldi.

Sturgeon sigur at  bretska tjóðartingsvalið 12. desember er tað mest umráðandi fyri Skotland í okkara livitíð.

“Ein atkvøða fyri SNP er ein atkvøðu fyri at sleppa undan Brexit, og fyri at seta framtíðina hjá Skotlandi í hendurnar á skotum, og ikki hendurnar hjá Boris Johnson” segði Sturgeon undan tiltakinum.

Nógvir Skotar halda at tað er uppá pláss við nýggjari fólkaatkvøðu um loysing, eftir at bretar atkvøddu fyri at Stórabretland skal úr ES í 2016

Skotland hevði seinast eina fólkaatkvøðu um loysing frá Stórabretlandi í 2014, tá atkvøddu 55 prosent ímóti.

Til fólkaatkvøðuna um Brexit atkvøddu 62 prosent at skotum fyri at vera verandi í ES.

Bretska stjórnin hevur enn ikki tikið støðu til um, hon fer at loyva enn einari fólkaatkvøðu um loysing.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder