
Leygarkvøldið 8. mai var árligi galladøgurðin, sum Team Rynkeby Føroyar skipar fyri.
Hetta var áttandi galladøgurðin hjá Team Rynkeby, og Rudolf Joensen, sum hevur verið vertur øll árini, bjóðaði aftur vælkomin. Undanfarnu árini hevur veitslan verið hildin á Hotel Føroyum, men hesa ferð var hon á Hilton Garden Inn.
– Gestirnir hugnaðu sær, og undirhaldið var einki minni enn fantastiskt. Tórshavnar Manskór sang fyri gestunum í gongini, áðrenn borðhaldið byrjaði. Eftir at gestirnir høvdu sett seg til borðs og fingið forrætt, spældi Marius Ziska nakrar av sínum vøkru og inniligu sangum. Eftir Marius komu teir í Vágaverki á pallin. Niclas og Lena sungu eisini nakrar sangir, ímeðan gestirnir fingu fyrsta floks mat. Síðani kom Sjúrður Skaale, fyrrverandi rynka, á pallin, og hann fekk sum vant alla fjøldina at flenna. Jens Marni Hansen endaði kvøldið, og við sínum rokkutu tónum setti hann futt í og fekk øll at syngja við, skrivar Team Rynkeby Føroyar á Facebook.
Á veitsluni varð kekkur eisini handaður fyri innkomnu pengarnar, sum galladøgurðin gevur. Upphæddin í ár var 200.000. krónur, eitt sindur minni enn í fjør, tá galladøgurðin gav 260.000 krónur.
Innkomni peningurin fer óskerdur til at hjálpa føroyskum børnum, sum verða rakt av lívshættisligum sjúkum, umframt familjur teirra og gransking innan hesar sjúkur í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald