Innanlands

200.000 krónur úr Føroyum til tak yvir høvdið í Malavi

Tak yvir høvdið til neyðstødd í eitt av heimsins fátækastu londum

2019-11-07 21:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í Malavi, sum er eitt av heimsins fátækstu londum, uppliva tey á hvørjum ári ógvusligar náttúruvanlukkur, so sum vatnflóð og skerping. Í mars í ár rakti herviliga melduródnin Idai bæði Malavi, Mosambik og Simbabvi. Hetta førdi til ógvusligar vatnflóðir, ið hava ávirkað umleið 923.000 menniskju í Malavi, har yvir 125.000 er rikin frá hús og heimi.

Reyði Krossur hevur í hesum sambandi samtykt at senda 200.000 krónur til Reyða kross í Malavi til tess at hjálpa við uppafturbyggingini aftaná ódnina.

Harafturat fer ein partur av fíggingini til eina nýskapandi tøkni, ið kallast Forecast-based finance (FbF). FbF er ein skipan, ið brúkar ymisk sløg av mátingum til at ávara um náttúruvanlukkur. Ávaringarnar skapa grundarlag hjá Reyða krossi fyri at fremja munagóð tiltøk áðrenn vanlukkan rakar. Nýggja FbF skipanin hevur higartil verið sera væl roynd í verki og hevur bjargað nógvum lívum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder