Innanlands

201 staðið prógv frá Setrinum í ár

Miðalaldurin á teimum, sum hava staðið prógv, er umleið 34 ár, og kynsbýtið er umleið 68 prosent kvinnur og 32 prosent menn

Í dag var stóra prógvhandanin hjá Fróðksparsetri Føroya í Norðurlandahúsinum (Mynd: Setur.fo)

Í dag var stóra prógvhandanin hjá Fróðksparsetri Føroya í Norðurlandahúsinum (Mynd: Setur.fo)

2026-06-26 15:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag var stóra prógvhandanin hjá Fróðskaparsetri Føroya í Norðurlandahúsinum, og tá Lestrarskrivstovan hevði gjørt alt upp, so vísti botnlinjan, at 201 hava staðið prógv á Setrinum í ár.

Talan er um 143 bachelorprógv, 36 masterprógv, seks ph.d.-prógv og 16 onnur prógv so sum hjánám og ískoytisútbúgvingar, skrivar Fróðskaparsetrið í tíðindaskrivi.

Og tey útbúnu fevna um mong týðandi fakøki. Eitt nú  sjúkrarøktarfrøði, heilsuvísindi, listaligt arbeiði, føroyskt, lívfrøði, verkfrøði, KT-verkfrøði, søga, samfelagsvísindi, stjórnmálafrøði, búskaparfrøði, løgfrøði, læraraútbúgving og námsfrøði.

Teir seks granskararnir, sum hava staðið ph.d., eru nú serfrøðingar í ítróttavísindum, málvísindum, heilsuvísindum, náttúruvísindum og søgufrøði.

Tey, sum í ár hava staðið prógv frá Setrinum, eru úr øllum landinum, og umleið helvtin hevur bústað í høvuðsstaðarøkinum. Uppgerðin vísir, at tey búgva í Streymoy (norður og suður), Eysturoy (norður og suður), Vágum, Norðuroyggjum (eisini aðrastaðir enn Klaksvík), Sandoy og Suðuroy.

Miðalaldurin á teimum, sum hava staðið prógv, er umleið 34 ár. Umleið 60 prosent av teimum, sum hava staðið prógv eru millum 26 og 39 ár. 15 prosent eru millum 18 og 25 ár, og 25 prosent eru 40 ár ella eldri.

Kynsbýtið er umleið 68% kvinnur og 32% menn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder