Innanlands

2019: 20 prosent fleiri ferðafólk í Kalsoynni enn í 2018

Vøksturin hevur verið stórur seinastu árini

Kallurin er eitt sera vælumtókt ferðamál. Upptøkur til nýggja James Bond-filmin eru gjørdar her, og hetta fer allarhelst at økja um áhugan fyri staðnum

Kallurin er eitt sera vælumtókt ferðamál. Upptøkur til nýggja James Bond-filmin eru gjørdar her, og hetta fer allarhelst at økja um áhugan fyri staðnum

2020-01-29 11:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt ferðslulop var á Kalsoyarleiðini í 2019 í mun til 2018. Talið við ferðafólkum vaks við 20 prosentum, talið av bilum við 17 prosentum og heili 60 prosent fleiri koyrdu við bussi í Kalsoynni í 2019. 

Hetta seinasta hongur uttan iva saman við, at seinastu níggju mánaðirnar hevur bussur verið í samband við hvønn túr hjá SAM. Frá 1 mai í ár fer ein nýggjur bussur at koyra í oynni. Hann tekur 25 persónar - tann núverandi tekur 19. Ætlanin við broytingunum er, at færri bilar skulu vera í oynni. Olivur Thomsen, leiðari í VisitKalsoy, segði í útvarpstíðindunum í morgun, at tað skapar ein trupulleiki, at SAM ikki tekur so nógvar bilar, sum eftirspurningur er til. Hetta skapar javnan bíðirøðir á ferjulegunum á Syrðadali og í Klaksvík 

Olivur Thomsen segði, at roynt verður so væl sum gjørligt at taka ímóti øllum ferðafólkunum.  

[object Object]

Yvirlitið yvir seinastu tíggju árini (Mynd: VisitKalsoy)

[object Object]

2. apríl verður nýggi James Bond-filmurin frumsýndur í Havnar bio. Upptøkur eru gjørdar á Kallinum í Kalsoynni. Hetta fer ivaleyst at gera, at nógv fleiri ferðafólk koma í Kalsoynna, sigur VisitKalsoy.

 

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder