Í 2019 var vælumtókta spælið Fortnite tað spælið, sum forvann flest pengar gjøgnum talgilda sølu.
Tað vísa hagtølini hjá fyritøkuni SuperData, sambært Ritzau.
Í fjør var umsetningurin hjá Fortnite 1,8 mia. dollarar, ið svarar til gott 12 mia. í okkara krónum.
Sostatt er Fortnite nú fyri annað árið á rað tað spælið, sum hevur forvunnið mest gjøgnum sølu á netinum. Men hóast hetta, var umsetningurin í 2019 nakað lægri enn í 2018, tá umsetningurin var 2,4 mia. dollarar – gott 16 mia. krónur.
Sambært SuperData var tað størsta upphæddin, sum eitt spæl nakrantíð hevði forvunnið uppá eitt ár.
Tað var fyritøkan Epic Games, sum kom við Fortnite í 2017. Spælið er ókeypis og krevur ikki, at spælarin keypir sær nakað eyka fyri at kunna kappast við onnur. Sagt verður, at Fortnite sostatt ikki er eitt pay-to-win spæl, har tað er neyðugt at brúka pengar fyri at vinna. Tó hava spælarar møguleika at keypa sær eyka lutir, serlig klæðir og annað. Tað er soleiðis, fólkini handan Fortnite hava megnað at forvunnið so stórar upphæddir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald