Hóast veðurfyribrigdið El Niño er byrjað at minka, so kann hitin gerast høgri enn vanligt hesar komandi mánaðirnar.
Tað skrivar heimsveðurstovnurin WMO (World Meteorological Organization) í eini fráboðan.
Sambært WMO eru 60 prosent sannlíkindi fyri, at avleiðingarnar av El Niño halda fram til mai mánaða. Tað merkir, at hitalagið verður hægri enn vanlig kring allan heim, skrivar Ritzau.
Eigil Kaas, veðurgranskari á danska Niels Bohr Instituttinum metir, at sannlíkindi eru fyri, at 2024 verður tað heitasta árið nakrantíð.
Hvønn mánaða síðan juni í gjør eru hitamet sett, vísir aðalskrivarin í WMO, Celesta Saulo, á.
- 2023 var nógv tað heitasta árið, sum nakrantíð er mált, sigur hon í tíðindaskrivinum.
- El Niño er orsøk til metini, men uttan iva er tað mannaskapt veðurlagsgass, sum er høvuðsorsøkin til metini, leggur hon afturat.
Veðurfyribrigdið menti seg í juni, og náddi sínar hæddir millum november og januar. Tá lá miðalhitin á jørðini tvey stig yvir tað vanliga.
El Niño er eitt fyribrigdi, sum uppstendur av natúrligum orsøkum við tvey til sjey ára millumbilum, tá hitin uppi í sjónum í tropiska Kyrrahavinum hitnar.
Tað gevur ymsar veðurbroytingar fleiri staðni á jørðini, men kann eisini merkjast við heitari miðalhita á allari jørðini, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald