Leygardagin vórðu 206 krígsfangar leyslatnir í fangabýti millum Russland og Ukraina - 103 úr hvørjum landi.
Russiska verjumálaráðið sigur, at russisku fangarnir vórðu tiknir í russiska Kursk-landslutinum, tá ukrainskar herdeildir fóru inn í økið í august.
Sambært ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj vóru ukrainsku fangarnir tiknir í Kyiv, Donetsk, Mariupol, Luhansk, Zaporizhzhia og Kharkiv.
Tað eru Sameindu Arabisku Emiratini, sum hava staðið á odda fyri samráðingunum um fangabýtið.
Russland og Ukraina hava fleiri ferðir býtt um fangar, síðan kríggið byrjaði í februar 2022. Hetta var triðja fangabýtið, síðan ukrainskar herdeildir fóru inn í Russland í august.
Dmytro Lubinets, mannarættindaumboðsmaður hjá Ukraina sigur, sambært Reuters, at 3.672 ukrainar higartil eru leyslatnir í 57 fangabýtum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald