Innanlands

208 koppsetingar í gjár

56 av teimum vóru fyri triðju ferð

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-10-27 10:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í størri mun vera fólk nú koppsett fyri triðju ferð. Í gjár fingu 56 fólk triðja prikið, og tilsamans eru 434 fólk nú prikað tríggjar ferðir.

Orsøkin til triðja prikið er, at koronukoppsetingin viknar tá ein tíð er fráliðin, og fyri tíðina verður hetta tilboð bjóðað fólki omanfyri 65 ár umframt heilsustarvsfólki.

Triðja prik kann gerast seks mánaðir og 14 dagar eftir aðru koppsetingina.

73,4 prosent av fólkatalinum hava fingið fyrsta prik og 70,3 prosent annað prik.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder