2021-02-12 10:15

Hósmorgunin var løgreglan úti og kannaði ferðsluna á Glyvurvegnum á Argjum, og har vórðu nógvir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt.
Átakið vardi frá klokkan níggju til eitt, sigur vakthavandi á politistøðini.
Á Glyvursvegi er mest loyvda ferðin 50 km/t, men tað kemur meira enn so fyri, at bilførarar koyra væl skjótari enn tað á hasum strekkinum.
Hósmorgunin tók løgreglan ikki færri enn 21 bilførarar í at koyra skjótari, enn loyvt var.
Fleiri fingu bót, fleiri fingu klipp, og fleiri fingu bæði bót og klipp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald