
1. apríl gevst Jónsvein Lamhauge gevst í starvinum, sum hann hevur verið í síðani 1993. 65-ára gamli havnarmeistarin hevur starvast hjá Tórshavnar havn síðani 1985, men er nú gongd við sínar seinastu mánaðir har.
Harvið skal nýggjur havnarmeistar finnast til Tórshavnar havn, og starvið skal setast 1. mars.
Jónsvein Lamhauge
Umsóknarfreistin er farin, og sambært Kringvarpinum komu 21 umsóknir til starvið, og allir umsøkjararnir eru menn. Hetta veit Kringvarpið at siga.
Havnarløgini í Tórshavnar kommunu fevna um alt frá farmahavnini í Tórshavn til bátaplássini í bygdunum í Tórshavnar kommununi. Árliga koma og fara 2.300 skip um Tórshavnar havn, og 890.000 tons fara um bryggjukantin, skrivar kvf.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald