Ferðslupatruljan var úti í Kollafirði seinnapartin í gjár. Har vóru trý mál. Í tveimum førðum vóru dekkini niðurslitin og ein bilførari varð tikin fyri ferð. Í øllum trimum førunum varð bót givin
Í nátt hevur løgreglan verði úti eftir nummarplátum. 15 nummarplátur í miðøkinum, í Havn og 6 í Klaksvík og Fuglafirði vórðu tiknar. Talan er um nummarplátur á bilum, har okkurt manglar at vera goldið hjá eigaranum, t.d. vegskattir.
Sambært løgregluni er tað so, at tá ein nummarpláta verður tikin, er tað tí, at bilførarin hevur fingið fleiri rykkjarar ella ávaringar um at gjalda eitthvørt í samband við bilin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald