Innanlands

21 nýggj parkeringspláss við Stangavegin í Klaksvík

Á sumri í 2023 fór arbeiðið at gera veg til raðhúsini og onnur hús omanfyri Stangavegin í gongd. Í alt vera 21 nýggj almenn parkeringspláss í økinum, umframt at tað eisini verður møguligt at løða el-bilar.

2025-01-30 18:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Endamálið við arbeiðinum er m.a., at atkomur skulu gerast til gomul sethús, og verður hetta gjørt so lagaliga sum til ber, umframt at fleiri parkeringspláss fáast fram við Stangavegnum.

[object Object]

Arbeiðið hevur gingið væl, men onkrar avbjóðingar hava verið. Eitt nú mátti brekkast meir enn væntað, og kemst hetta serliga av umleggingini av eini á, sum rennur næst sethúsunum. Arbeiðið, at umleggja kloakkina, er nú liðugt, og er ágrevstur og annað jørðarbeiði um at verða liðugt.

[object Object]

Kostnaðarmetingin fyri verkætlanina er 8,3. mió. kr., og verður arbeiðið eftir ætlan liðugt um mánaðarskiftið august/september í 2025.

Klaksvíkar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder