Innanlands

21 prosent av íbúgvunum liðugt koppsettir

1.106 fólk vórðu koppsett fyri koronu í Føroyum í gjár. 938 av teimum fingu seinna prikið

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2021-05-28 14:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár, hósdagin 27. mai, vórðu 1.106 fólk koppsett fyri koronu. 168 fólk fingu fyrra prikið og 938 fólk fingu tað seinna.

Hetta skrivar corona.fo.

Tilsamans 31.823 koppsetingar eru nú gjørdar í Føroyum.

20.618 fólk - tað svarar til 38,7 prosent av fólkatalinum - hava fingið fyrru koppsetingina.

11.205 fólk, 21,1 prosent av fólkatalinum, hava fingið seinnu koppsetingina og eru harvið liðugt koppsett.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder