
Farna fríggjadag stóðu 11 lærlingar sveinaroyndina sum elektrikarar og 10 lærlingar sum maskinsmiðir á Tekniska Skúla í Klaksvík.
Hóast tiltakið var merkt av korona-tilmælum, gjørdist løtan hugnalig og heiðurlig við felagssangi og røðum.
Gestarøðari hjá elektrikarunum var Eyðun Hansen, stjóri í El Talvuvirkinum, og gestarøðari hjá maskinsmiðunum var Regin Olsen, næstformaður í maskinmeistarafelagnum.
Elektrikarar: Frá vinstru: Ísak J. Tróndheim (TTS), Bogi Eyðunsson Hansen (ETV El-Talvuvirkið), Jóhannus Johannessen (LM Electric), Dávur Ingemarson Højgaard (Elektrikarin), Sonni Højgaard (JT-Electic), Per Louis Strømsten (ETV El-Talvuvirkið), Hallgrím Gregersen Hansen (JT – Electric), Hendrikkur Davidsen (Elcon), Adrian Mouritsen (ETV El-Talvuvirkið), Óli Abrahamsen (NCC), Hjálgrímur Sumberg Djurhus (El-Teknik).
Eyðun Hansen, gestarøðari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald