Innanlands

211 fingið prógv frá Setrinum í ár

Prógvhandarnir vóru á Fróðskaparsetri Føroya í dag. Millum annað fingu fyrstu føroyskt útbúnu løgfrøðingarnir embætisprógv í lóg

(Mynd: Setrið)

(Mynd: Setrið)

2024-06-28 17:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú árið er gjørt upp eftir prógvhandarnirnar, hava 211 fingið prógv frá Fróðskaparsetri Føroya hetta seinasta lestrarárið

Størsti parturin av hópinum, sum hevur fingið prógv frá Fróðskaparsetri Føroya hetta seinasta lestrarárið, eru bachelorarnir. 136 hava fingið bachelorprógv, 38 masterprógv, fimm ph.d.-prógv, og onnur 32 hava staðið aðrar útbúgvingar so sum diplom og hjánám.

[object Object](Mynd: Setrið)

Tað, sum hevur verið serligt í ár, er, at 20 lesandi hava á fyrsta sinni staðið diplomprógv í Føroyskum sum annaðmál, og í dag fingu fyrstu føroyskt útbúnu løgfrøðingarnir embætisprógv í Lóg, 10 í tali.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder