
Leygarkvøldið 28. mai var árligi galladøgurðin, sum Team Rynkeby Føroyar skipar fyri, hesaferð á Hotel Føroyum. Aksel Haraldsen var vertur í ár, og hann beyð vælkomin, nú níggjundi døgurðin varð hildin.
Gestirnir hugnaðu sær, og undirhaldið var sera gott, skrivar Team Rynkeby Føroyar í tíðindaskrivi.
Áðrenn farið varð til borðs, sang Haderslev drengekor í gongini fyri gestunum, og eisini vóru tónleikaframførslur frá Herborg Torkilsdóttir, Benjamin Petersen, Brimhvítt, Inga Poulsen og Jens Marna Hansen umframt skemt frá Sjúrði Skaale.
Eisini hevði Barbara Holm samrøðu við Benjamin Petersen, sum er pápi gentu, sum hevur havt hjartasjúku.
Tá borðhaldið var um verða liðugt, handaði Guðrið Poulsen frá Hotel Føroyum Trygva Kallsoy, liðskipara hjá Team Rynkeby, kekk fyri innkomnu pengarnar, sum galladøgurðin gevur, og upphæddin í ár var 215.000 krónur – meira enn í fjør, tá upphæddin var 200.000 krónur.
– Vit á Team Rynkeby Føroyar-liðinum takka Hotel Føroyum fyri at lata høli, kokkar, uppvaskarar, samskipan og hjálparfólk. Takk til øll, sum vildu undirhalda. Eisini takka vit Steingrund Akustik fyri tøkniliga framleiðslu og útgerð. Takk til PM Heilsølu, H.J. Hansen Vin, Føroya Bjór, Einar’s Distillery, Okkara, Damfar, Landshandlinum, Blómuhúsinum, Blikksmiðjuni og Thomas Dam á Hálsi fyri mat, drykkjuvørur og annað tilfar. Túsund takk til øll, sum keyptu atgongumerki og komu til døgurðan; uttan tykkum var eingin galladøgurði, skrivar Team Rynkeby at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald