2019-07-23 17:10
Ein heldur óvanlig og óhugnalig støða hevur tikið seg upp í norðara partinum av India. Seinastu tríggjar mánaðirnar eru 216 dreingir føddir í 132 bygdum, men eingin genta er fødd.
Tað er í í Uttarkashi-partinum av India at óvanliga støðan er. Hagtølini hava fingið myndugleikarnar at ressast við. Myndugleikarnir eru nú byrjaðir at halda vakið eyga við økinum, tí at tey óttast fyri, at gentu fostrini verða burturbeind. Hetta kann verða ólógligt í India.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald