
Mánadagin er eftir ætlan seinasti dagurin við koronu í Føroyum. Í øllum førum alment. Tá fara allar síðstu avmarkingarnar úr gildi.
Men enn verða fólk kannað fyri koronu, og í gjár vóru 216 nýggir tilburðir staðfestir í 391 kanningum.
Eisini gjørdust 354 fólk frísk aftur, og tískil eru tað nú 2365 fólk sum eru positiv við koronu í løtuni.
Sjey fólk eru innløgd í Sjúkrahúsverkinum av koronu. Seks aðrir sjúklingar er positivir, men eru innlagdir av aðrari orsøk.
28 fólk eru deyð við koronu í Føroyum. Hetta eru tvey fleiri enn í dagføringini í gjár.
Hava fólk fingið staðfest covid-19 seinastu 30 dagarnar innan deyða, verða tey staðfest sum deyð við koronu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald