Ein 22 ára gamal svii var í dag skuldsettur fyri at hava ført eina bumbu úr Svøríki til Danmarkar. Talan er um bumbuna, sum brast uttan fyri Skattestyrelsen í Keypmannahavn 7. august.
Í dag varð maðurin í grundlógarhoyri í býarrættinum í Keypmannahavn. Rætturin skal taka støðu til, um maðurin skal fongslast. Sjálvur noktar hann seg sekan.
Rættarfundurin varð hildin fyri afturlætnum hurðum, tí løgreglan leitar enn eftir minst einum persóni, sum hevur hjálpt til, skriva danskir miðlar.
- Hetta er eitt álvarsmál. Vit hava minst ein samsekan, sum enn gongur leysur. Fyri at verja uppkláringararbeiðið ynskja vit ikki, at fleiri upplýsingar um málið koma út, segði ákærin við Ritzau.
22 ára gamli skuldsetti maðurin varð 13. august handtikin av svensku løgregluni eftir at Danmark hevði sent út eini norðurlendsk handtøkuboð.
Fáar dagar eftir játtaði ein svenskur dómari í Malmö, at maðurin kundi latast til Danmarkar. Tað hendi í morgun. Ein 23 ára gamal svii, sum eisini er skuldsettur í málinum, er nú eftirlýstur altjóða.
Navnaforboð er í málinum, og miðlar sleppa heldur ikki at koma nærri inn á hvørjir skuldsettu persónarnir eru, ella hvar teir búgva.
Spreingingin á Østbanegade í Keypmannahavn var so sterk, at framsíðan á bygninginum hjá skattavaldinum fekk stóran skaða. Ein persónur fekk eisini smærri snuddir, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald