Uttanlands

22 ára gomul mótmæliskvinna millum tey leyslatnu

Ahed Tamimi er vorðin eitt kent andlit í mótmælingunum móti ísraelsku hersetingini av Vestara Áarbakka – í nátt varð hon varð hon leyslatin úr fongslinum

Ahed Tamimi varð framvegis tannáringur, tá mynd av henni varð málað á markamúrin millum Ísrael og Vestara Áarbakka (Mynd: EPA)

Ahed Tamimi varð framvegis tannáringur, tá mynd av henni varð málað á markamúrin millum Ísrael og Vestara Áarbakka (Mynd: EPA)

2023-11-30 09:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein av palestinsku fangunum, sum í nátt vórðu leyslatnir, er ein av kendastu aktivistunum í Palestina, hin 22 ára gamla Ahed Tamimi, sum seinastu tíðina hevur sitið fongslað í Ísrael.

Andlit hennara er málað á ein stóran málning á múrin, sum skilir Ísrael frá hersetta Vestara Áarbakka nærhendis Betlehem.

Tamimi hevur aktivt tikið lut í mótmælunum móti ísraelsku herstyrkjunum síðan hon varð barn.

[object Object]
22 ára gamla Ahed Tamimi umgyrd av næstringum, tá hon varð leyslatin í nátt (Mynd: EPA)

Hon varð handtikin 6. november, og hevur síðan sitið uttan atgongd til løgfrøðiliga hjálp, sigur advokaturin hjá henni við New York Times.

Síðan vápnahvíldin millum Hamas og Ísrael kom í lag, hava fleiri leyslatingar av palestinskum fangum og ísraelskum gíslum verið.

Í nátt var Tamimi ein av 30 palestinskum fangum úr fongslum í Ísrael, sum vórðu leyslatin í býti við 16 ísraelskar gíslar, skrivar NRK.

Leyvinnan

Tamimi er eyknevnd “leyvinnan” eftir fleiri mótmæli og samanstoytir við ísraelsku hersetingarstyrkirnar á Vestara Áarbakka.

Sum 14 ára gomul beit hon ein ísraelskan hermann í hondina meðan hann royndi at handtaka beiggja hennara. Sum 16 ára gomul gav hon einum hermanni eina oyrafiku undir eini mótmælisgongu, og hon varð sett í fongsul í eitt hálvt ár.

Eftir at hon varð leyslatin í 2018 hevur hon skrivað eina sjálvævisøgu og ferðast runt í Evropa og Miðeystri fyri at vera við í mótmælistiltøkum.

6. november í ár varð hon so aftur fongslað. Á einum rættarfundi so seint sum mánadagin varð avgjørt, at hon skuldi sita fongslað í óásetta tíð.

[object Object]Tamimi hevur nógv viðhaldsfólk. Myndin er frá Fete de l'Huma festivalinum í Paris í 2018 (Mynd: EPA)

Hóttan á Instagram

Ísrael vísir á, at hon eggjar til yvirgangsatsóknir í eini dagføring á Instagram.

Síðan Hamas leyp á Ísrael 7. oktober hevur ísraelski herurin framt fleiri fongslingar á Vestara Áarbakka. Herurin sigur, at endamálið er at forða fyri fleiri yvirgangsálopum. Men hesi tiltøk hava eisini fingið fleiri mannarættindafelagsskapir at tala at, skrivar NRK.

Ahed Tamimi varð fongslað undir einum av hesum átøkunum, umleið ein mánað eftir Hamas-álopið. Fyri at hava skrivað hesi orðini: “Vit bíða eftir tykkum í øllum býum á Vestara Áarbakka, frá hebron til Jenin. Vit vilja slátra tykkum og tey fara at siga, at tað Hitler gjørdi móti tykkum var ein joke – Vit fara at drekka blóð tykkara og eta úr tykkara skøltum. Komið. Vit bíða eftir tykkum”.

Familjan hjá Tamini heldur uppá, sambært AP-tíðindastovuni, at hon ikki hevur skriva hesi orðini. Mamma hennara sigur, at kontan á Instagram hevur verið fyri dátuálopi.

Dagføringin er ikki longur sjónlig á appini og vangin hjá Tamimi er eisini horvin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder