Innanlands

22 starvsfólk í Heilsu- og umsorganartænastuni lokið skeið um demenssjúku

Heilsu- og umsorganartænastan hjá Tórshavnar kommunu hevur skipað fyri fimm daga longum skeiði í demens

Á myndini eru: Lis Hammer, Óluva Samuelsen, Elsa Maria Andreasen, Súnbjørt Christiansen, Guðrun. H. Mortensen, Maja Warberg, Azariela Knudsen, Eilin Winther, Una Willumsen, Birna Dam, Heidi Guttesen, Maria Ellingsgaard, Marianna Hammer, Annika Weihe, Barbara S. Djurhuus, Sóley Nattestad, Lív K. Askham, Lona Poulsen, Jensina av Húsabrúgv, Mortina Fossá, Hugin Kárason, Susan Larsen og Maiken Michaelsen.

2021-06-02 19:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Heilsu- og umsorganartænastan hjá Tórshavnar kommunu hevur skipað fyri fimm daga longum skeiði í demens, og nú hava starvsfólkini fingið prógv. Hetta er annað skeiðið av sínum slag, sum H&U bjóðar út til starvsfólk á øllum deildum í H&U í ár.

Tvey skeið hava verið higartil og eftir ætlan vera tvey skeið aftur í heyst. Allir undirvísarir á skeiðnum, eru føroysk heilsustarvsfólk við servitan innan demens, og kenna demensøkið í Føroyum væl.

Skeiðið gevur luttakarunum grundleggjandi vitan um viðkomandi hugtøk og evni í røkt og viðgerð av fólki við demenssjúku. Endamálið við skeiðnum er at menna dygdina í arbeiðinum hjá heilsustarvsfólki á demensøkinum hjá H&U, tá tað snýr seg um røkt, viðgerð, vegleiðing, stuðul og umsorgan fyri menniskjum við demens og teirra avvarðandi.

Eisini fáa tey amboð til at loysa avbjóðingar, sum tey í sínum arbeiði uppliva, at borgarar við demens og teirra avvarðandi standa við.

Leiðslan í H&U fegnast um at starvsfólkini hava tikið so væl undir við skeiðnum, og nú hava lokið skeiðið, og ynskir luttakarunum hjartaliga til lukku og hepna hond í teirra áhaldandi menning av tænastuni til borgarar við demens og teirra avvarðandi.

Undirvísari er Jónvør Christiansen, samskipari á grundskeiðnum er Herborg Petursdóttir, eindarleiðari er Ingun Eidesgaard.

Tilsamans 22 luttakarar fingu prógvini handað í gjár.

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder