Innanlands

2200 bilar um samdøgrið gjøgnum Sandoyartunnilin

Tunnilin læt upp 21. desember

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-01-05 08:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

2200 bilar í miðal um samdøgrið, og tilsamans 24.202 bilar koyrdu í gjøgnum Sandoyartunnilin.

Nýggjasti undirsjóvartunnilin í Føroyum læt upp 21. desember, og tunnilfelagið hevur nú gjørt upp, hvussu nógvir bilar hava koyrt gjøgnum tunnilin.

Hesar fyrstu dagarnar hevur tað verið ókeypis at koyra ígjøgnum Sandoyartunnilin, men í næstu viku fer tað at kosta. Kostnaðurin verður hin sami sum í Eysturoyartunlinum.

Tunnilsfelagið væntar at ferðslan fer at liggja um 300-400 bilar um samdøgrið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder