Uttanlands

225 latið lív í ófriðinum í Kasakstan

Meginparturin av teimum eru mótmælisfólk – Fyri einari viku síðani var deyðstalið 164

Handil í høvuðsstaðnum rændur undir ófriðinum (Mynd: EPA)

Handil í høvuðsstaðnum rændur undir ófriðinum (Mynd: EPA)

2022-01-16 12:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu tvær vikurnar hava 225 fólk latið lív í ófriðinum í Kasakstan. Tað er væl meira enn fyri einari viku síðani, tá talið var 164.

Av teimum 225, sum hava latið lív, er meginparturin mótmælisfólk, sum hava mótmælt móti stjórnini, meðan 19 eru løgreglu ella trygdarfólk, skrivar Ritzau.

Ófriðurin, sum hevur verið seinastu tíðina, er tann deyðiligasti, síðan landið var partur av Sovjetsamveldinum. Landið gjørdist sjálvstøðugt í 1991.

Ófriðurin í Kasakstan byrjaði orsakað av einari stórari hækking í prísunum á brennievni. Hetta, tí stjórnin hevði strikað eina áseting um hámarksprís. Síðani er hendan ásetingin tó sett í gildi aftur, men mótmælini hava kortini hildið fram.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder