
- The Receipt Manager er ein nýggj app, sum seriga vendir sær til tey, sum skulu hava endurgjald fyri ferðaútreiðslur, tá tey eru í arbeiðsørindum. Hon er sera væl egnað til at halda skil á kvittanum. Tað hongur saman á tann hátt, at ein tekur mynd av kvittanunum, og har appin goymir hon tær, eisini telur hon kilometrar og goymir teir, síðani kann man maila hetta til bókhaldið og er man fullkomuliga leysur av kvittanunum.
Soleiðis greiðir Símun Jóhan Wolles frá. 23-ára gamli eiðismaðurin hevur ment nýggju appina, ið hann sigur er sera væl egna til einstaklingar og smærri fyritøkur - hetta fyri at halda skil á kvittanum /tilfari og kilometrum, um ein hevur smáar uppgávur fyri ymiskar kundar, ið skullu fakturerast.
Føroyskar fyritøkur haa víst áhugað
Símun Jóhan hevur seinnu árini arbeitt innan ferðavinnu. Hann sigur við Portalin, at
har eru onkrar stórar føroyskar fyritøkur, ið hava víst áhugað fyri appini, og Vinnuframi hevur stuðla verkætlanini.
Eisini fer peningurin, ið kemur inn fyri The Receipt Manager, til at hjálpa við stríðnum móti koronu:
15 prosent av øllum vinninginum frá januar og februar fer til UNICEF, ið arbeiðir við at fáa 2 milliardir Covid-19 koppingarevnir út til tey, ið tørva tað mest. Á tann hátt kann man stuðla stríðinum ímóti Covid-19, við at tekna seg upp til eitt hald hjá okkum.
Nærri frágreiðing um appina - á enskum - kann síggjast í videobrotinum omanfyri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald