Innanlands

23 fráboðanir um vindskaðar

Talan er tó ikki um stórar skaðar, sigur løgreglan

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-01-01 11:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fitt av vindi hevur verið seinastu dagarnar, og síðan náttina til sunnudagin hevur løgreglan fingið tilsamans 23 fráboðanir um vindskaðar.

Talan er ikki um stórar skaðar, og fráboðanirnar eru komnar úr øllum landinum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Tann fyrsta fráboðanin kom í gjár um klokkan 3.30, og tann seinasta kom klokkan 22.02.

Fráboðanirnar snúgva seg um ting, sum eru fokin í vindinum, og skaða á klædningar, tekjur og rútar. Eisini eru nakrar fráboðanir komnar um lekar.

Tikin fyri rúsdrekkakoyring
Sambært løgregluni hevur dagurin í gjár annars verið rættiliga friðarligur.

Tó varð ein bilførari í Eysturoynni tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka. Hetta var seinnapartin í gjár stutt fyri klokkan seks.

Blóðroynd er tikin, og bíðað verður eftir úrslitinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder