23 persónar eru handtiknir eftir ófrið í Keypmannahavn í nátt. Higartil eru 15 teirra ákærdir fyri eldáseting, fyri ikki at hava gjørt eftir boðunum hjá løgregluni ella harðskap móti tænastumanni, sigur varaløgregluovastin í Keypmannahavn.
Ófriðurin byrjaði í gjár eftir at umstríddi floksstovnarin Rasmus Paludan hevði eitt mótmælistiltak á Blågårds Plads. Her varð hann fyrst álopin, og síðani byrjaði ófriðurin, har tað m.a. varð kasta við múrsteinum eftir løgregluni.
Fleiri enn 20 smærri eldar hava verið í nátt í Keypmannahavn, og á Christianshavn mátti løgreglan nýta táragass fyri at fáa spjatt fólk, sum høvdu byrgt seg inni á Prinsessegade.
Varaløgregluovastin sigur, at friður valdar í Keypmannahavn í morgun. Brandbilar hava koyrt inntil klokkan 4 og hava sløkt smærri eldar á gøtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald