Innanlands

23 menn og 5 kvinnur á Fólkaflokslistanum

Javnstøðan millum kynini er verri nú enn á seinasta vali. Sí myndir frá framløguni í Kongshøll fyrrapartin

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-08-13 15:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fólkaflokkurin stillar við 28 nøvnum á valevnislistanum til løgtingsvalið 31. august.

Av teimum 28 valevnunum eru bert fimm kvinnur, svarandi til beint undir 18 prosent. Seinast løgtingsval var, stillaði Fólkaflokkurin eisini við 28 valevnum, men tá var tann kvinnuliga umboðanin eitt sindur frægari, tí tá stillaðu seks kvinnur upp fyri lista A.

Um hugt verður eftir teimum, sum fingu meira enn hálvtannaðhundrað atkvøður á lista A á seinasta løgtingsvali, so eru tað nøkur markant valevni, sum ikki eru við hesaferð.

Joen Magnus Rasmussen, sum hevur sitið á tingi sum eykamaður hetta farna valskeiðið hevur boðað frá, at hann nú raðfestir egna starvsleið í vinnulívinum og letur plássið á listanum til bróður sín, Una, sum fekk eitt sera gott val til fólkatingsvalið í juni.

Onnur, sum ikki eru á fólkaflokslistanum eru fyrrverandi tingmenninir Janus Rein og Rodmundur Nielsen og so Sólvit E. Nolsøe, sum nú virkar sum tíðindamaður hjá Kringvarpinum.

Tey, sum stilla upp eru hesi:

Annika Olsen

Beinir Johannesen

Birgir Nielsen

Bjartur Nolsøe

Brandur Sandoy

Christian Andreasen

Eivind Jacobsen

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Frits Strøm

Hanus Samró

Hans Andrias Kelduberg

Hans Joensen

Heðin Zachariassen

Ingvør Justinussen

Jacob Vestergaard

Jákup Martin Kjeld

Jákup Mikkelsen

Joan Samuelsen

Jógvan á Lakjuni

Jóhan Eli Poulsen

Jonhard Danielsen

Jørgen Niclasen

Pól Huus Sólstein

Rigmor Rasmussen

Rógvi Egilstoft Nielsen

Sámal Jákup S. Sakarisson

Símun Jóhannesarson Hansen

Uni Rasmussen

Les eisini: Familjan skal hava meira at liva fyr

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder