Uttanlands

23 milliónir tilburðir og 800.000 andlát skrásett

6,6 mió. fólk eru smittað við korona í løtuni, og 15,7 mió. eru higartil staðfest frísk aftur – Londini, ið hava skrásett flest tilburðir og andlát eru USA og Brasil

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-08-22 14:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

23,1 mió. fólk kring heimin hava nú fingið staðfest koronasmittuna, og av teimum eru 803.000 deyð, vísir uppgerð hjá Worldometers.info.

USA og Brasil hava leingi ligið ovast á listanum yvir lond, sum hava skrásett flest tilburðir og andlát. Tey eru einastu londini, sum hava skrásett fleiri enn tríggjar mió. tilburðir og 100.000 andlát.

Í USA hava 5,7 mió. fólk fingið staðfest smittuna, og 179.000 eru deyð.

Í Brasil er talið á skrásettum smittutilburðum 3,5 mió., og talið á andlátum er 113.000.

Í India er talið á skrásettum tilburðum næstan komið upp á tríggjar mió, og landið hevur skrásett næstan 56.000 andlát. Einki annað land hevur skrásett omanfyri eina mió. tilburðir, men í Russlandi er talið nú komið uppá 951.000, og landið hevur skrásett 16.000 andlát.

Aftaná USA og Brasil, hevur Meksiko skrásett flest andlát. Landið hevur skrásett 549.000 tilburðir og 59.000 andlát.

Av teimum, sum hava fingið staðfest smittuna, eru 15,7 mió. staðfest frísk aftur. 6,6 mió. eru smittað í løtuni, og 99 prosent av teimum hava mild sjúkueyðkenni.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder