Innanlands

23 prosent fleiri gistingar í mars

11.800 gistinætur vóru á gistingarhúsum í Føroyum farna mánað. Hetta er ein vøkstur upp á 23 prosent í mun til sama mánað í fjør

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-04-26 10:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í mars í 2022 vóru gistinæturnar 11.800 í tali á gistingarhúsunum. Tað er ein vøkstur upp á 23 prosent í mun til sama mánað í fjør, skrivar Hagstovan.

Góð 39 prosent av kømrunum á gistingarhúsunum vórðu brúkt í mars, samanborið við 29 prosent í fjør.

Gistinæturnar vóru góðar 2.200 gistinætur fleiri samanborið við sama mánað í 2021. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.

Flestu gistingarnar eru í Tórshavnarøkinum. Í mars vóru 95 prosent av gistingunum á gistingarhúsum í Tórshavnarøkinum.

Føroyingar áttu gott 4.600 ella 39 prosent av gistináttunum á gistingarhúsunum í mars. Talið av gistináttum hjá føroyingum minkaði við 22 prosentum í mun til mars í 2021.

Hinvegin tvífaldaðist talið av gistináttum hjá dønum, og talið av gistináttum hjá fólkum úr øðrum londum enn Danmark vaks við 62 prosentum samanborið við í mars í fjør.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder