Innanlands

23 verkætlanir fáa útoyggjastuðul

27 umsóknir komu inn um stuðul til útoyggjamenning í ár – Tilsamans verður játtað 1,1 milliónir krónur

Skúvoy (Mynd: Løgmálaráðið)

Skúvoy (Mynd: Løgmálaráðið)

2023-08-19 11:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

27 umsóknir komu inn um stuðul til útoyggjamenning í ár, og av teimum fáa 23 verkætlanir stuðul.

Flestu av verkætlanunum snúgva seg um umvæling, dagføring og viðlíkahald av bygningum og øðrum á útoyggj. Harumframt eru eisini verkætlanir sum umfata mál og mentan og annað.

Endamálið við játtanini, sum er 1,1 milliónir krónur, er at stuðla tiltøkum, sum eru mennandi fyri útoyggjar. Stuðulin kann veitast einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum, skrivar Løgmálaráðið.

Ávísar treytir eru fyri at veita stuðul. Umsøkjarar skulu greiða frá endamálinum við verkætlanini, fíggjarætlan og hvussu hon verður framd. Útoyggjar, sum koma undir hesa skipan, eru Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Hestur, Koltur, Skúvoy og Stóra Dímun.

Stuðulsupphæddirnar í ár eru úr 10.000 krónur upp í 300.000 krónur.

Yvirlit yvir játtaðar verkætlanir sæst niðanfyri.

  • Útoyggjafelagið: 300.000
  • Bakkahjallur í Hattarvík: 60.000
  • Umvæling av neysti niðri á bakka í Hattarvík – framhald: 25.000
  • Pakkhúsið, Listabýlið, Atelier og Filmsverkstaður í Hattarvík – framhald: 40.000
  • KERLON – byggja tvey neyst uppaftur í Hattarvík – framhald: 25.000
  • Umvæling av hoyggjhúsi í Fugloy: 20.000
  • Vakstrarhús til grønmetisframleiðslu í Hattarvík: 16.000
  • Vakstrarhús til framleiðslu á Kirkju – framhald: 25.000
  • Umvæling og viðlíkahald av úthúsum sum hoyggjhúsi, fjósi, seyðahúsi og súrhoyggjabrunni á Kirkju – framhald: 10.000
  • Verkætlanin Multi-høli á Kirkju: 50.000
  • Umvæling av roykstovuvegginum í Mittúni á Kirkju: 20.000
  • Sláturhølið í Svínoy – framhald: 25.000
  • Tróndarstova, orku- og aquaphonics vakstrarhús í Svínoy – framhald: 50.000
  • Kafe/køkur og matarhøli v.m. Garðurin á Stórheygnum í Svínoy – framhald: 20.000
  • Felagið Bjarnafossur, bátasavn og bygdahús í Svínoy – framhald: 40.000
  • Umvæling av 90 ára gamla útisvimjihylinum í Svínoy: 75.000
  • Neystagrundirnar yviri við Eiðið í Svínoy: 50.000
  • Fjósið á Blankskálagarði á Syðradali K – framhald: 60.000
  • Felagið staðarnøvn: 22.000
  • Felagshús til Skúvoyar Fornminnisfelag: 80.000
  • “Mini” Closed for Maintenance í Skúvoy: 21.000
  • Málskeið í enskum til ferðaleiðarar í Skúvoy: 16.000
  • Útbúnaður og dagføringar í Framleiðsluhúsinum í Dímun: 50.000
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder