Uttanlands

230 fólk um Ermasund í einum báti

Talan er um higartil størsta talið á fólki, sum eru farin um Ermasund í einum báti

Flóttar, sum vóru bjargaðir í Ermasundi fyrr í hesum mánaðinum (Mynd: Sameer Al-Doumy/AFP/Ritzau Scanpix)

Flóttar, sum vóru bjargaðir í Ermasundi fyrr í hesum mánaðinum (Mynd: Sameer Al-Doumy/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-08-10 12:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein bátur við 230 fólkum er komin um Ermasund til Stórabretlands, skriva bretskir miðlar.

Báturin kom tíðliga í morgun.

Talan er um størsta talið á fólki í einum báti, sum eru farin um Ermasund higartil.

Sambært talsfólki hjá bretska innlendismálaráðnum er hendingin eitt dømi um "eirindaleysu og vandamiklu mannagongdirnar hjá brotsmannaliðum".

Samstundis vísir talsfólkið á, at færri bátar við flóttum eru komnir í ár í mun til undanfarna ár, og tað er framstig.

Umframt at talið á bátum við flóttum um Ermasundið fyri í ár er minkað, varð talið fyri juli tað lægsta síðan 2020, skrivar Ritzau.

Í apríl gjørdu Stórabretland og Frakland eina trý ára avtalu, har 662 milliardir pund - 5,8 milliardir krónur - vórðu játtaðar til at fíggja eftirlit við strondunum í Norðurfraklandi.

Tað er frá hesum strondum, at bátar, sum vanliga ikki eru egnaðir til at flyta so nógv fólk, seta kós móti Stórabretlandi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder